Nøkur orð
Um meg
Vælkomin
til mína vælevnissíðu
- 2025 - Varatingmaður fyri Hendrik Old
- 2025 - Varatingmaður fyri Hans Jacob Thomsen
- 2022 - 2025 - Nevndarlimur í Eysturoyar Javnaðarfelag
- 2022 - 2025 - Fulltrúi í Barna- og útbúvingarmálaráðnum
- 2022 - 2024 - Formaður í Giktafelag Føroya
- 2020 - 2022 - Fulltrúi í Uttanríkis- og mentamálaráðnum
- 2020 - Granskingarhjálparfólk á Fróðskaparsetri Føroya
- 2016 - 2019 - Altjóða skrivari í MFS
Eg stilli upp fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið.
Tað geri eg, tí eg ynski eitt javnt, trygt og rættvíst samfelag, har okkara fortreytir ikki avmarka okkara møguleikar.
Hetta ynski kemur av teirri grundleggjandi fatan, at eitt gott samfelag er eitt frælst samfelag, og at frælsið hjá tí einstaka í stóran mun verður skapt í teimum kørmum og møguleikum, sum samfelagið bjóðar.
Tí fari eg at arbeiða fyri haldgóðum og samhaldsføstum skipanum, einum tryggum og nútímansgjørdum arbeiðsmarknaði og fyri einari sterkari útbúgvingarskipan við fleksiblum lestrarmøguleikum.
Eg gleði meg til valstríðið
Lesarabrøv og innsløg
Fyrispurningur: Sjúklingatrygd og journalisering av heilsudátum fyri viðgerðir í Danmark
Fyrispurningur um sjúklingatrygd og innheintan av heilsuupplýsingum.
Fyrispurningur: Gøtudalstunnilin og raðfestingar í samferðsluætlanini
Í dag havi eg ynskt Jóhan Christiansen til lukku við sessinum sum landsstýrismaður í samferðslumálum, við at seta honum fylgjandi skrivliga fyrispurning um tunnilin millum Gøtudal og Skálafjørð (fyrr Skálabotn). Spyrjari: Terji Beder, løgtingsmaður Svarari: Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnu-og samferðslumálum […]
Røða: Kampus – Vegurin til eitt kappingarført universitet í Føroyum
Í hesum tíðum, tá fólk í lestrarørðindum uttanlands tykjast at hava fingið verri við at venda heim aftur eftir loknan lestur, er eitt gott og sterkt universitet meira týdningarmikið enn nakrantíð áður, skulu vit í Føroyum vera kappingarfør við teir møguleikar, sum […]
Gevið ungum við skerdum førleika ein møguleika!
“Útbúgving er ein íløga” verður ofta tikið til, bæði hjá landinum og hjá tí, sum tekur hana. Tann, ið nemur sær útbúgving, væntast við henni at víðka um sítt fíggjarliga rásarúm. Tó er hettar ikki galdandi, um fólk við skerdum førleika, fara […]
Viðmerking til spurning frá pallborðsfundi, um týskt í fólkaskúlanum
Í gjár umboðaði eg, saman við Birnu Heinesen og Jóhannis Joensen, Javnaðarflokkin á pallborðsfundi á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroyar, har kjakast var um fólkaskúlan. Tá eg stóð á pallinum, kom ein spurningur millum áhoyrararnar, sum snúði seg um týskt og støðuna hjá […]